600 starvsfólk nýta nú Talglildu Heilsuskipanina

Fríggjadagin 20. November helt Landstýrismanður í Heilsumálum, Aksel Johannsen, hesa røðu á á almennari samkomu á landssjúkrahúsinum, í samband við verksetinga av THS á medisinska deplinum. Somatisku parturin av Landssjúkrahúsinum, allar klinisku deildirnar á LS, burtursæð frá psykiatriski depilin, nýta nú THS. Eftir ætlan er THS fult verksett komandi ár.

Góðu áhoyrar
Fyri 11 mánaðum síðan - tann 6. januar – stóð undangongumaður mín, Hans Pauli Strøm, á hesum palli,  til eina líknandi samkomu sum hesa.
      Tá var høvið at 200 starvsfólk á skurð- og bráðdeplinum tóku Talgildu heilsuskipanina ella THS í nýtslu.
      Í røðu síni segði Hans Pauli, at eydnaðist henda verkseting sum ætlað, so vóru vit væl áleiðis at verða fyrsta landið í heiminum, at realisera visjónina um eina pappírsleysa sjúklingajounal til allar borgarar. Og Hans Pauli spáddi, at hettar fór at vekja ans úti í heimi.
      Nú frættist úr New York, har Hans Pauli Strøm hevur verið á ST fundi um heimsbúskapin, at Obama hevur sett 150 mia. dollarar av til at talgilda amerikanska heilsuverkið.
      Danska Ambassadan hevur biðið heilsumálaráðð um at fáa tilfar – umsett til enskt -  sendandi – ti at teir skulu skipa fyri ein framtaki at marknaðarføra donsku royndirnar og sjálvandi hugsa teir um eksportmøguleikar.
      So kanska enda Dánjal Pauli og hansara verksetar í hvítu húsunum hjá Obama. Skemt til viks.
      Sum lutfalsliga nýggjur landsstýrismaður í heilsumálum, havi eg kent tað sum mína ábyrgd, at seta meg væl inn í grundarlagið fyri THS verkætlanini, sum er størsta verkætlan av sínum slag í Føroyum nakrantíð.
Hvussu gekst so á skurð bráðdeplinum
Sjálv verksetingin gekst sum ætlað – samstundis sum tað gjørdist greitt. at broytingin fyri starvsfólk og broytingin i arbeiðsgongdum var so radikal, at tað kravdist nógv orkað at veita starvsfólkum stuðul teir fyrstu mánaðirnar. Ætlanin at verkseta medisinska depilin í vár,  var slept og útsett í nakrar mánaðir til mánadagin 23. November.
      Og tað er tað vit kunnu hátíðarhalda í dag. Eftir drúgvar fyrireiking í heyst – fara øll starvsfólk á Medisinska deplinum komandi mánadag kl. 10 at brúka talgildu heilsuskipanina fult út. Og við hesum er THS verksett á øllum somatiska partinum av Landssjúkrahúsinum.
      Í sama tíðarskeiðið er THS lutvíst verksett á Klaksvíkar sjúkrahús. Starvsfólkini hava fingið teldur og upplæring, so tey nú kunnu lesa í THS. Og 20 kommunulæknar hava tikið  THS-skipanina i brúk. Hettar merkir at 600 starvsfólk í heilsuverkinum nú nýta THS sum teirra dagliga arbeiðsamboð.
Hvat er so Talgilda heilsuskipanini?
Talgilda heilsuskipanin savnar allar upplýsingar um sjúklingar í eina og somu skipan, so at allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka føroyinginum eru tøkar uttan mun til, um ein fer til kommunulækna, serlækna – um ein fer til  kanningar í einum ambulatiorii ella verður innlagdur á einum av okkara trimum sjúkrahúsum.
      Flest okkara hava ta mynd, at sjúklingajournalin er ein pappírsmappa, sum læknin hevur tøka undir eini kanning ella á stovugongd. Læknin dikterar sínar eygleiðingar og avgerðir og skrivarin tøppar hettar inn á skrivimaskinu.
      Tað sum færri av okkum vita er hvussu nógvar ymiskar upplýsingar liggja í eini sjúklingajournal – og sum nú, umframt læknajournalina, verða tøkar í THS.
      Talan er m.a. um úrslit av blóðroyndum  og kanningum, røntgenmyndir og yvirlit tann heilivág sjúklingurin fær.
      Í THS verða allar avtalur skrásettar. Nær skal sjúklingar aftur til kanning, nær skal hann innleggjast, nær er hann settur til skurðviðgerð o.s.fr.
      Sum nakað heilt nýtt eru eisini tær journalir og skráseting, sum sjúkrasystrar, fysio- og ergoterapeutar, kostráðgevar, ljósmøður o.o., hvør í sínum lagið føra, tøkir í THS.
Hvat er ein verkseting
Síðani fyrireikingarnar byrjaðu í september hava verið eini 15 heildagsverkstovur við umboðum fyri allar fakbólkar. Her eru arbeiðsgongdirnar kortlagdar og krøv til uppseting av skipan er sett.
      Síðani hava THS starvsfólkini í heilsumálaráðnum uppsett skipanina og starvsfólk á medisinska deplinum, hava endurskoða arbeiðsgongdir.
      Frá mánadegnum fara 18 sonevndir ressursupersónar at verða til taks døgnið runt til support. Hesi hava hava fingið holla upplæring. Somuleiðis hava øll klinisk starvsfólk á deplinum verið á skeið.
      Og so er tað tøknin. KT-deildin og tekniska deild, hava lagt netkáplar, uppsett steymstikk, útvega innbúgv og allan tann telduútbúna, sum krevst.
Eg havi skilt at fyrireikingarnar hava gingið væl – enntá sera væl. Starvsfólk og leiðsla hava verið eldhugað, arbeiðssom og hava í nógvum førum brotið vakt og hildi á út á kvøldarnar, fyri at verða liðug til mánadagin.
Hvørjar møguleikar fáa vit so við THS?
Tað er ikki lætt hjá vanligum fólki - og heldur ikki hjá okkum politikarum - at skilja, hvørjar kollveltandi møguleikar THS hevur við sær - uttan mun til, um vit tosa um sjúklingatrygd ella sjúklingatænastu, dygdarmenning ella planlegging og raðfesting.
      Fyrst og fremst verður broytingin, at journalin fer at verða tøk uttan mun til tíð og stað hjá teimum, sum hava rætt til at lesa og skriva í henni. Hetta økir um trygdina hjá sjúklinginum og lættir um hjá starvsfólki, sum annars hava nýtt nógva tíð at leita fram journalir.
      Sjúklingurin fer at uppliva, at hevur hann einaferð latið sínar upplýsingar til eitt heilsustarvsfólk, so fara hesir upplýsingar í stóran mun at verða til taks hjá tí næsta.
      Kommunulæknin kann á síni egnu teldu fylgja gongdini: Nær sjúklingurin sleppur til kanning, operatión ella nær hann skal innleggjast.
      Við tvørfakligu journalini fáa starvsfólk betur nýtt vitanina hjá hvørjum øðrum. Tann dupultskráseting, sum vit vita fer fram í dag, og sum eisini økir um møguleikan fyri feilskrásetingum, gerst heilt óneyðug.
      THS veitir óteljandi møguleikar, fyri at dygdarmenna kliniska virksemið, og veitir okkum unikkar møguleikar fyri gransking.
      Og til seinast, so fáa avvarðandi leiðslur og politiski myndugleikin eitt virkið amboð til planlegging, raðfesting og stýring, t.d. út frá dagførdum bíðilistum, sum nú eru tøkir á Landssjúkrahúsinum.
Er tað so bert skemt, at THS setur føroyska heilsuverkið á Heimskortið? Nei, tað er tað faktiskt ikki!
      Um verksetaratoymi, ella Bjarni á Steig og Jákup Midjord, enda í hvíta húsinum at leggja “Obama” lag á, skal eg lata verða ósagt.
Men áhugin er longu vaktur – og vit hava longu haft fleiri vitjanir uttanifrá og fleiri eru ávegis.
      Vit eru komin væl á leiðis – og í næsta ár, eru vit fyrsta land í heiminum, við einari og somu skipan, til øll lið í heilsuverkinum. Hettar longu vakt ans m.a. í granskingarheiminum.
Tvey granskingarlið hava fylgt verkætlanini í fleiri ár. Og ein av granskaraleiðarunum, Poul Erik Rostgaard, frá Århus Universiteti – ið er serliga  viðurkendur innan effektgransking – legði herfyri fyribils úrslitini av teirra kanningum fram í heilsumálaráðnum.
      Sambært Poul Erik Rostgaard eru Føroyar í heimsklassa, tá ræður um strategi, val av skipan, væleydnaða verkseting. Hann segði at alt bendi á, at vit í Føroyum koma at fáa gagnligar effektir, sum hann ikki hevur sæð ella lisið um aðrastaðni.
      Bæði granskaratoymini koma til Føroyar í mars mánað at leggja síni endaligu úrslit fram. Vit eru sjálvsagt spent, tí slíkar nøgdsemis – og effektmátingarnar eru eitt hent amboð, bæði sum grundarlag fyri at raðfesta tey tiltøk, sum ger at vit veruliga kunnu “heysta nyttana”.
Hvat krevst so fyri at koma á mál?
Málið er at THS er fult verksett á sjúkrahúsunum og hjá øllum kommunulæknum í næsta ár. Og sjálvsagt eru ávísar fortreytir fyri hesum máli.
      Á teimum sjúkrahúsum og deplum, ið skulu verksetast komandi ár, er neyðugt, at starvsfólkaorka verður frígjørd til fyrireikingararbeiði innan verandi fíggjarkarm.
      Og politiski myndugleikin, bæði heilsumálaráðið,  fíggjarnevnd og løgting, hevur skyldu at seta seg væl inn í grundarlag og fortreytir fyri hesi ovurstóru verkætlan, so tað er samanhangur millum tað sum krevst og tað sum verður játtað.
      Í fyrsta lagið mugu vit tryggja fulla verkseting skjótast gjørligt – tí tað er ikki fyrr enn øll nýta THS skipanina, at ágóðanir verða fult realiseraðir.
      Í øðrum lagi mugu vit tryggja játtan til eina varandi THS-eind, so vit kunnu fáa dagliga raksturin og viðlíkahaldi í eina tryggalegu. Heilsumálaráðið fer í næstum at lýsa eitt starv sum leiðari av hesi eind.
      THS er longu vorðin nervalagið í heilsuverkinum og skulu starvsfólkini í heilsuverkingum uppliva nøgdsemi og hava hug at brúka skipanina til fulnar, vita vit at tað m.a. krevur:
      At tit sum starvsfólk uppliva,  at tit fáa ta hjálp tykkum tørvar
      At skipanin er trygg og tøk 24 tímar hvønn einasta dag
      At tit sum starvsfólk kunnu líta á teir upplýsingar, sum eru í skipanin – upplýsingar, sum vit vita eru grundarlag fyri avgerðum sum javnan halda um lív ella deyð.
      Nógv starvsfólk hava gjørt eitt megnar avrik, fyri at verða klár til verksetingina í mánamorgunum.
      Eg vil nýta høvi til at takka tykkum øllum og ynskja Landssjúkrahúsinum og føroya fólki tillukku.
Takk fyri!