THS verkseting á Skurð- og Bráðdeplinum.

 

Tala hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni

Stóra verksetingin av Talgildu heilsuskipanini á Landssjúkrahúsinum

Føroyska sjúkrahúsverkið er á einum vegamóti í hesum døgum, nú stóra verksetingin av Talgildu Heilsuskipanini byrjar á Skurð- og Bráðdeplunum á Landssjúkrahúsinum. Í morgin fara umleið 200 starvsfólk at taka samlaðu skipanina í brúk samstundis. 

Eydnast  henda verksetingin sum ætlað, so kunnu vit um 3-4 vikur við stórari vissu  siga, hvussu langa tíð tað tekur, áðrenn restin av føroyska heilsuverkinum er samanknýtt í hesa somu telduskipanina. Tá alt Heilsuverkið er við í Talgildu heilsuskipanini, er eitt av stóru málunum rokkið, sum henda samgongan hevur sett sær.

 

Hvat er THS?

Lat meg fyrst siga nøkur orð um, hvat Talgilda heilsuskipanin (Stytt: THS)  er.

THS  savnar allar upplýsingar um sjúklingar í eini skipan, so at allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka føroyinginum verða tøkar uttan mun til, um ein fer til kommunulækna ella til serlækna,  fer til  kanningar í einum ambulatiorium ella verður innlagdur á einum av okkara trimum sjúkrahúsum.

Og seinni, tá THS er verksett hjá Barnatænastuni og Heimatænastuni, eru upplýsingar eisini tøkar,  tá  persónurin fær vitjan av heilsufrøðingi og heimasjúkrarøktarfrøðingi. 

Og hvørjar eru so hesar upplýsingar:

-                     Flestu okkara vita, at tað sum lækin dikterar undir eini kanning ella á stovugongd, verður skrivað og lagt í sjúklingajournalina.

-                     Í sjúklingajournalini verða úrslit av blóðroyndum  og onnur kanningarúrslit eisini savnað.

-                     Allar hesar upplýsingar verða nú tøkar í THS.

-                     Harumframt verður atgongd til  røntgenmyndir umvegis THS.

-                     Allur heilivágurin, ið verður ordineraður, verður skrásettur í THS.

-                     Ávísingar frá kommunulæknunum fara beinleiðis inn í THS- skipanina til avvarðandi sergrein.

-                     Kommunulæknin kann á síni egnu teldu fylgja gongdini: Nær sjúklingurin sleppur til kanning, operatión ella nær hann skal innleggjast.

-                     Sum nakað heilt nýtt, verða eisini tær journalir, sum allir aðrir starvsbólkar í heilsuverkinum føra hvør í sínum lagi, tøkir í THS.

-                     Og so er tað ofta rúgvusmikla brævaskiftið millum partarnar í heilsu- og almannaverkinum – innan og uttanlands.  Alt hetta verður eisini tøkt – og er tað ikki talgilt frammanundan, verður tað scannað inn í skipanina.

 

Gongdin higartil

Øll framkomin lond hava seinastu 20 árini arbeitt við at ment talgildar skipanir til sjúkrahús. Bert í Danmark eru fleiri milliardir krónur longu brúktar til at menna og verkseta slíkar skipanir. Til samanberingar kann nevnast, at í Føroyum vórðu í 2004 avsettar 14 mió.kr. í verklagslógina  fyri Talgildu heilsuskipanina. Afturat hesum eru so útreiðslur komnar til innkeyp av útbúnaði og verksetingina, men í mun til, hvat er brúkt aðrastaðni, so hava útreiðslurnar til hesa størstu telduverkætlanina í Føroya søgu verið sera avmarkaðar.

Tað hava verið nógv røtt val, sum eru gjørd í sambandi við Talgildu heilsuskipanina. Tað hevur verið rætt at velja eina skipan fyri alt føroyska heilsuverkið, í staðin fyri, at tað vóru nógvar ymsar skipanir, sum skuldu fáast at virka saman. Tað hevur eisini verið rætt at velja eina tráðroynda standard skipan, í staðin fyri at menna nakað nýtt frá grundini. Helst hava vit eisini verið heppin í valinum av svensku skipanini Cosmic, ið hevur fingið sera góð skotsmál í fleiri londum.

Í eini so stórari og kompleksari verkætlan sum hesari, er langur vegur á mál, og nógvur lærdómur er fingin á leiðini.  Nógv starvsfólk hava gjørt sítt til, at tað hevur eydnast so væl, tí umstøðurnar hava ikki altíð verið tær bestu.  Á vegnum hevur tað eisini darvað, tá ið útskifti hevur verið millum starvsfólkini, sum hava arbeitt við uppsetingini av skipanini. Upprunaliga hevur tað eisini verið undirmett hvat krevst, fyri at hetta skal eydnast. Á leiðini hava verið aldudalar, men kósin hevur verið sett, og málið hevur alla tíðina verið greitt.

Beinagrindin í Talgildu heilsuskipanini varð sett upp í 2005, og farið varð í 2006 undir pilotrakstur á tveimum deildum á Landssjúkrahúsinum og hjá tveimum kommunulæknum.

Status í  2008 var, at skipanin var í brúki á Medisinska ambulatoriinum, á Barnadeildini,  á Oyrna- næsa- og hálsdeildini á Landssjúkrahúsinum, umframt hjá átta kommunulæknum.

Tað vóru nógvar skeptiskar røddir at byrja við í øllum heilsuverkinum, men aftaná at fleiri høvdu fingið royndir, lótu hesi so mikið væl at, at tað sum frá leið meira bleiv til eina kapping ímillum tey, sum enn ikki vóru komin í gongd, um at verða tey fyrstu í røðini.

Projektorganisatiónin varð endurskoðað og styrkt í 2008, umframt at tilgongdin við verksetingini varð broytt til tað, sum í heyst hevur verið roynt á Skurð- og Bráðdeplinum.  Eftir drúgt fyrireikingararbeiði við verkstovum, undirvísing og umlegging av arbeiðsgongdum, fara  øll umleið 200 starvsfólkini á Skurð- og Bráðdeplinum ímorgin at nýta alla skipanina fult út í einum.

Tað umgangst ikki, at fyrstu vikurnar verða ørkymlandi fyri starvsfólkini.

Talan er um at broyta grundleggjandi rutinur, sum starvsfólkini hava brúkt stóran part av arbeiðslívinum at lært seg.

Royndir aðrastaðni vísa tó, at við júst hesi tilgongd og við júst somu skipan,  er tað ringasta av, áðrenn fáar vikur eru farnar.

 

Víðari menning

Sjúkrahús eru allarhelst mest kompleksu organisatiónir sum finnast. Talan er um vitanarstarvsfólk á hægsta stigi innan fyri fleiri ymisk fakøki, sum fara at virka saman, fyri at røkka málinum. Málið er at veita sjúklingunum eina so góða tænastu sum gjørligt, samstundis, sum tað er umráðandi støðugt at betra um vitanina og læra nýtt.

Starvsfólkini hava langar og stoltar traditiónir fyri dokumentatión; heilsustarvsfólk lata sær ikki lynda at fáa álagdar KT-skipanir, sum ikki eru kliniskt brúkiligar ella sum darva í gerandisdegnum.

Tað er tí umráðandi at skilja og virða tað fyrivarni, sum nógv heilsustarvsfólk hava, samstundis at tryggja ein dyggan stuðul í sambandi við verksetingina.

Tað er eisini umráðandi at syrgja fyri, at skipanin støðugt verður ment víðari og áhaldandi tillagað til tørvin hjá tí einstøku sergreinini ella fakbólkinum.

 

Trygdin

Allir trygdarspurningarnir hava verið gjølla viðgjørdir í Talgildu heilsuskipanini. Avbjóðingin hevur verið at finna eina hóskandi javnvág ímillum at tryggja, at óviðkomandi ikki síggja viðkvæmar upplýsingar, og  samstundis at bera so í bandi, at tær neyðugu upplýsingarnir eru tøkir, t.d. um ein kemur á skaðastovuna  og ikki fær svarað fyri seg.

Sjúklingaupplýsingar eru allarhelst væl betur vardir í THS enn við dagsins pappírjournali.

 

 

Perspektivið

Tað er ikki lætt hjá vanligum fólki og heldur ikki hjá okkara politikarum at skilja, hvørjar kollveltandi møguleikar THS hevur við sær, uttan mun til, um vit tosa um sjúklingatrygd ella sjúklingatænastu, dygdarmenning ella planlegging og raðfesting.

Lat meg nevna nøkur fá dømi:

Fyrst og fremst verður broytingin, at journalin fer at verða tøk uttan mun til tíð og stað hjá teimum, sum hava rætt til at lesa og skriva í henni. 

Hetta økir um trygdina hjá sjúklinginum og lættir um hjá starvsfólki, sum nýta nógva tíð at leita fram journalir í dag.

Sjúklingurin fer at uppliva, at hevur hann einaferð latið sínar upplýsingar til eitt heilsustarvsfólk, so fara hesir upplýsingar í stóran mun at verða til taks hjá tí næsta.

Kunningarstøðið verður munandi hægri; ein tørvur sum eisini varð ávístur í Sjúklinganøgdsemiskanningini í 2007.

Við tvørfakligu journalini fáa starvsfólk betur nýtt vitanina hjá hvørjum øðrum.

Tann dupultskráseting, sum vit vita fer fram í dag, og sum eisini økir um møguleikan fyri feilskrásetingum, gerst heilt óneyðug.

THS veitir óteljandi møguleikar, fyri at dygdarmenna kliniska virksemið, og veitir okkum unikkar møguleikar fyri gransking.

Tá THS er fult verksett, ber til at fáa innlit og yvirlit yvir klinisku menningina og stýringina av virkseminum.

Politiski mynduleikin fær eitt virkið amboð til raðfesting, t.d. út frá dagførdum bíðitíðum, sum ikki eru tøkir  í dag.

 

Stýring

Ráðgevarafyritøkan Valcon lat fyri stuttum úr hendi sína kanning av fíggjarviðurskiftunum hjá føroyska sjúkrahúsverkinum. Har er eitt afturvendandi tilmæli um virksemisstýring. Til slíka virksemisstýring krevst eitt virksemisyvirlit, sum er eftirfarandi, og støðugt verður dagført.

THS er grundarlagið fyri at kunna útvega slík yvirlit yvir tal og slag av kanningum og viðgerðum. THS er sostatt fortreytin fyri at kunna planleggja og raðfesta.

Hóast vit í Føroyum eru komin lutfalsliga seint í gongd við talgilding – ella kanska júst tí at vit hava bíðað – so kunnu vit longu í 2010, sum fyrsta landið í heiminum, realisera visiónina um eina pappírleysa felags sjúklingajournal fyri allar borgarar.

 

Hetta  fer at vekja ans úti í heimi.

 

Fortreytir fyri verksetingina

Skulu vit realisera hesa visjón í 2010, so setur tað krøv bæði til sjúkrahúsini og til politisku myndugleikarnar.

Á sjúkrahúsunum verður í eina tíð neyðugt, at starvsfólkaorka verður frígjørd til fyrireikingararbeiði í sambandi við verksetingina.

Og tað er alneyðugt, at politiski myndugleikin tryggjar eina hóskandi játtan:   

-                     Í fyrstu atløgu til at fremja verksetingina og ta menning, sum er í gongd, m.a. av hagtalspartinum.

-                     Frá 2010 er neyðugt at tryggja játtan til eina THS-eind, sum kann taka sær av dagliga rakstrinum, trygdini og einari hóskandi framhaldandi menning av THS.

-                     Talgilda heilsuskipanin verður lívsneyðuga vitanargoymslan hjá føroyska heilsuverkinum í framtíðini, og atgongd má verða til skipanina alla tíð á døgninum og hvønn einasta dag í árinum.

 

Nógv starvsfólk hava gjørt eitt megnar avrik, fyri at verða klár til verksetingina í morgin. Eg vil nýta høvi til at takka teimum øllum. Tað verður spennandi at fylgja gongdini tær komandi vikurnar, og eg ynski góða eydnu við hesum arbeiðinum.